Tyr - Torsteins Kvæði lyrics

Published

0 536 0

Tyr - Torsteins Kvæði lyrics

Vilja tit lýða og ljóð geva mær, eg bróti av bragdartátti Kongur ráddi for Nøríki, hann tógva synir átti Rennur og rennur foli mín Grønari grund og vín bar reyða lund Stíg at dansa stund Kátur leikar foli mín Á grønari grund Átt hevur hann sær tógva synir, báðar kann eg væl nevna Magnus og hann Torstein jall, teir kunna væl dreingjum stevna Jallurin gongur for kongin inn og sigur honum frá Nú er Torstein, sonur tín, kvittaður londum frá Um hann vil av ríkinum fara, eingin skal honum banna Hann kann ei síni forløg flý, sjálvur má hann tað sanna Tað lovaði eg bæði faðir og móðir, tá eg í vøggu lá Eg skyldi ei ræðast tann heita eld, ei heldur tað hva**a stál Vargurin liggur í vetrarmjøll, staddur í stórari neyð So er tann maður, í víggi stendur, næstan tolir deyð Frúgvin var bæði studd og leidd, inn í sín faðirs veldi Ljómin skein av akslagrein, tað skyggir av tignareldi Nú er hetta kvæðið endað, tað man góðum gegna Torstein tók við ríkjunum báðum so við hvørju tegna

You need to sign in for commenting.
No comments yet.