Og hvør ið enn klettum ræður ei á vindi vá Teir hildu um stýrisvøl tá ódnin legði á "Legg upp í lotið," rópti ein og samdir teir hála á stýrisvøl, men alt til fánýtis Leiðin er løgd, í gróti er høgd, og eru vit nøgd tá søgnin er søgd Og skriður tín knørrur fram tað sama hvat tú vilt Teir bardust um stýrisvøl men einki róður til Og enn vit halda stýrisvøl eins og vit halda vit eru fræls, trælborin óspurd so Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll í oyðini høll, um fjarbláu fjøll Tiltuskað av landnyrðings ódn, og vindurin leikar í Miðgarði mól Til Ásgarðs har Askurin stóð, sum træðrirnir lívsins í lotinum har blaktraðu tá Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll í oyðini høll, um fjarbláu fjøll og fløtur, vitandi hvat mál vit megna livandi Og feigdin dregur liðandi, vit vála henni Tigandi á ting Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll í oyðini høll, um fjarbláu fjøll Væl vitandi langnunnar leið, men gott er tað treystið at val er í vón Óteljandi leiðirnar tær, men ilt er tað treystið at valið er gjørt, leiðin bert ein Leiðin er løgd, í gróti er høgd og eru vit nøgd tá søgnin er søgd