Eitt er frøðið um Nornagest,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tílíkum góðum gekk han næst,
-hvør ein sveinur geri so-
Oksar tólv vóru leiddir á torg
Og so fram á fríðu borg
Hvíta tjald nívir niður frammi.
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi.
Kongur ætlar at høgga teir,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tílíkum góðum gekk tað við gleim.
-hvør ein sveinur geri so-
Kongurin hjó so mikið høgg,
At blóðið dreiv við benjar døgg
Allir duttu teir deyðir niður,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Øxin stóð í stokki við.
-hvør ein sveinur geri so-
Allir lovaðu hilmarhøgg,
Blóðið dreiv um benjardøgg.
Har kom kall við høkjur tvær,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Studdist so fast á báðar tær.
-hvør ein sveinur geri so-
Kongurin kvøður kalli blíttt:
”Hví lovar tú ikki høggið mítt”
Yvrið harra var høggið títt,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Í forðum sá eg vænari slíkt.
-hvør ein sveinur geri so-
Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjurður høgg ormin í miðju sundur.”
anst tú siga frá Sjurð svein,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Hann var frægur av fornum ein.
-hvør ein sveinur geri so-
Tað kann eg siga Sjurði frá,
Tílikan eingin við eygum sá.
Høgni var ein heiðursmann,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Ljotan av lit so kendi eg hann.
-hvør ein sveinur geri so-
Gunnar var so reystur og ríkur,
Fróður og blíður og Gunhild líkur.
Fróður og blíður og Gunhild líkur,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Seint man føðast annar slíkur.
-hvør ein sveinur geri so-
Faðir mín átti fríðdligt bú.
Fjól tað mikið um manga kú.
Eg sat á skógvi og goymdi hest,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Helst tá ið veðurið var best.
-hvør ein sveinur geri so-
Riðu teir um dikið heim,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
Ríðu teir um díkið tá,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Eg var sevin og sá hará.
-hvør ein sveinur geri so-
Gunnars hestur sprakk um fyrst,
Gunnar kandi væl tann dyst.
Høgna hestur sprakk um tá,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Grani fastur í feni lá.
-hvør ein sveinur geri so-
Sjúrðar hestur sprakk um síðst,
Tá gav Guð mær goðan list.
Grani fell í fenið fast,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Galtagjørðin sundur brast.
-hvør ein sveinur geri so-
Allir stigu úr søðlum teir,
Gunnar, Høgni og Sjúrður svein.
Allir tuga á dýran hest,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Sjúrður tugar á teymar mest.
-hvør ein sveinur geri so-
Ofta havi eg um díkið trott
Bæði dag og døkka nátt.
Gestur, ger mær viljan ein
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tváa mín góða gangara rein'.
-hvør ein sveinur geri so-
Sylgjan, íð sundur brast fyri mær,
Hana, Gestur, gevi eg tær.
Riðu so fram at eina á,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Eingin kundi til manna sjá.
-hvør ein sveinur geri so-
Eg tváaði hans bróst og bringa rein',
Hans lær og legg og langa bein.
Góðan gangara gjørdi eg rein',
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Síðan hevði meg Sjurður til svein. .
-hvør ein sveinur geri so-
Vær ríðum so fram á Fávnis ból,
Har skein gull sum geisar av sól.
Eg tók eitt hár av sama hesti,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tað var sítt og vaxið mest.
-hvør ein sveinur geri so-
Tað var favn og feti sítt.
Glógvaði rætt sum silvur hvítt.
Eg havi í forðum farið vítt,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Ei funnið ljós og lívið mítt.”
-hvør ein sveinur geri so-
Kongur gav honum skaft og skeið,
Og sjálvur segði han kalli leið.
Í Fraklandi er vatnið vítt,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Har er ljós og lívið títt.
-hvør ein sveinur geri so-
Leingi kavaði kurtis mann,
Áður hann beint á blýggið fann.
Kørnar prestur skírði hann,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tá leið lív sum ljósið brann.
-hvør ein sveinur geri so-
Tá ið ljós í lyktu var brent,
Tá var lív og levnað ent.